Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum HB-Víkingur 1-2 (0-2). Hoyr Heðin taka samanum tað sum hann nevnir eitt framúr gott avrik hjá Víkingi, men eitt slakt avrik hjá HB. Hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen sum harmast annað tapið á rað, og samrøðurnar Trygvi gjørdi við Martin Klein Joensen og Sølva Vatnhamar, ið stórfegnast um áttanda sigurin á rað.
Myndir: Trygvi Absalonsen


