Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heimið hevur týðandi leiklut í lesimenningini hjá barninum

- Næmingar, sum fáa stuðul heimanífrá, taka seg mest fram. Tað mest umráðandi er at vísa áhuga fyri lesingini hjá barninum, sigur Tóra Joensen, lærari í Stranda skúla. Leygardagin hevði hon framløgu á tiltaki hjá Føroyamál á bókasavninum við Løkin um, hvat eggjar okkum at lesa

“Hvat eggjar okkum at lesa” var yvirskriftin á framløguni hjá Tóru Joensen; í framløguni tók hon útgangsstøði í sínum royndum sum lærari í 25 ár.

Tá vit arbeiða við at fáa okkara næmingar at lesa fleiri føroyskar bókmentir, eru tveir bólkar av børnum. Tey, sum hava eina innara motivatión, og tey, sum ikki eru motiverað og mugu fáa eina uttara motivatión. Uttara motivatión kann vera, at tá flokkurin hevur lisið til dømis 8000 síður í frílesing, hava vit ein hugnadag.

Í framløgu síni legði hon stóran dent á týdningin at hava næmingarnar við og møta næminginum, har hann er, tí ger lærarin ikki tað, missir hann næmingin.

– Ofta hugsi eg, um lærugongdin gerst ov formativ, og at næmingarnir sita við uppgávum, har svarið er avgjørt áðrenn. Her hugsi eg um, um tað eydnast at fáa næmingin við kensluliga, og hann ella hon fær tað burturúr, sum eg ætli. Ella um næmingarnir fáa eitt ognarskap til gongdina. Hetta meti eg vera neyðugt. At finna áhugan hjá barninum. Eg undirvísi í 4.-6. flokki og havi upplivað, at eg sat og týddi eitt uppgávuhefti til eina bók, sum flokkurin las í felag. Eg byrjaði við at lesa 1 ella 2 kapitlar upp fyri teimum. Síðan lósu tey 1 kapitul, og teimum dámdi bókina sera væl. So gav eg teimum uppgávusettið og helt, at nú fóru tey veruliga at fáa nógv burturúr. Tað, sum í staðin hendi, var, at lesigleðin fall á gólv, og eg líkasum misti næmingarnar. Eg tók uppgávusettið innaftur og bað tey í staðin tekna eitt kort yvir, hvar søgan fer fram, og tá fekk eg fatur íaftur næmingunum. 

Les eisini...  Arbeiðsbólkur: Einki til hindurs fyri egnari framhaldsdeild

Tað er eisini gott at lesa upp fyri børnum og ungum, eisini eftir at tey hava lært at lesa, sigur Tóra Joensen.

– At fáa børnini at lesa má tann vaksni til tíðir fara yvir um brúnna og møta barninum har tað er. Hjá fleiri næmingum er tað týdningarmikið at finna tilfar, sum hann er áhugaður í. Tá kann tað til tíðir tykjast ørkymlandi hjá lærararnum, um hetta tykist at vera ov lættusoppakent tilfar. Men viðhvørt mugu vit bara ikki vera bangin fyri bókmentaligu tyngdina í tekstinum. Viðhvør er tað mest umráðandi at vekja áhugan. Vælskrivaðar bøkur er nakað fyri seg, men viðhvørt er gott at fáa næmingin at lesa okkurt, sum møguliga ikki hevur so bókmentaliga tyngd. Til dømis fakbløð. Til dømis hevur Strok fleiri góðar greinar. Ein annar møguleiki er at lata tey lurta eftir upplisnum bókum og fylgja við í tekstinum. Alt eftir hvar vit eru við næmingunum. Viðhvørt haldi eg, at eg má skumpa meira undir, og onkutíð havi eg tikið tað í meg aftur, tá eg havi trýst ov mikið. 

Eitt av nýggju átøkunum at stimbra lesingina er lesiskeiðið, sum Nám skipar fyri. Tað eru Emmy S. Joensen, námsfrøðiligur ráðgevi í Námi, og Pálin Olsen, lesivegleiðari, sum saman hava ment eitt lesiskeið, ið tekur fimm vikur. Næmingarnir lesa 20 minuttir í skúlanum og 20 minuttir heima í frílesingsbókum. Hesar fimm vikurnar er eitt fokusøki fyri hvørja viku. Tóra Joensen letur sera væl at átakinum.

– Hetta eydnaðist sera væl, og næmingunum dámdi tað sera væl. Vit kannaðu næminganar fyri og eftir lesiskeiðið. Úrslitið vísti heilt klárt, at næmingarnir, sum høvdu gjørt sítt arbeiði og fingu stuðul heimanífrá, tóku seg nógv fram í lesing. Ein næmingur segði til dømis, at hjá teimum seta øll seg niður at lesa í senn, meðan lesiskeiðið er. Hinvegin vísti úrslitið eisini, at næmingar, sum als ikki høvdu lisið heima, tóku seg ikki so nógv fram. Heimið er ein umráðandi aktørur í lesimenningini hjá barninum. Tað eru helst fleiri viðurskifti sum ávirka lesihugin hjá næmingunum. Tað, sum møguliga gjørdi ein stóran mun hesar vikurnar, var, at tey vaksnu rundan um næmingarnar vístu lesingini stóran áhuga, bæði lærarar og foreldur.

Les eisini...  Hanus Toftheyggj nýggjur stjóri í Sjúkrahúsverkinum

Hugskotini at stimbra lesingina eru nógv. Tóra Joensen nevndi fleiri, t.d lesibingo, sum næmingarnir fáa heim við í feriunum, at samla lisnar síður og at gera bókaorm. Bókasavnið hevur eisini stóran týdning.

– Latið næmingarnar ganga runt á bókasavninum og snodda til bøkurnar, sum eru har, uttan at kenna tað sum tíðarspill. Tað er ein fyrimunur, um lærarin kennir barna- og ungdómsbøkurnar, sum koma út á føroyskum, soleiðis at hon ella hann kann viðmæla tær ymisku bøkurnar til teir einstøku næmingarnar.

– Bøkurnar, sum verða týddar til føroyskt, eru sum oftast bøkur, sum hava vunnið heiðurslønir og eru væl skrivaðar bøkur. Eg sakni møguliga, at tað verður gjørt enn meira burtur úr bókunum, tá tær koma út. Til dømis kunnu tær verða lagdar fram í morgunløtunum runt í skúlunum, og møguliga gjørdar meria sjónligar á pallunum, har tey ungu ferðast á. Hetta kann møguliga stuðla undir at fáa lesing meira aktuella.

– Lesivinir og lesiringar eru eisini góð hugskot. At lesa kann tykjast einsamalt og nørdalig. Nøkrum børnum dámar best at lesa saman við øðrum, hava ein lesivin ella vera í einum lesiringi. Tá lesa tey somu bók og kunnu tosa saman og gita til dømis, hvat fer at henda í næsta kapitli.

– Um vit veruliga vilja broyta lesivanarnar hjá okkara børnum og ungum, mugu vit fáa lesing at vera meira aktuella. Vit hoyra um nógvar úrmælingar millum okkara dugnaliga og málrættaða ungdóm. Eg havi tó ongantíð hoyrt um nakran, sum er úrmælingur at lesa. Spurningurin er, hvussu fáa vit lesingina at vera kul?

Les eisini...  Løgtingsins umboðsmaður gevur Runavíkar kommunu álvarsliga átalu

Á tiltakinum hjá Føroyamál leygardagin vóru eisini tvær aðrar áhugaverdar framløgur. Pálin Olsen, lærari, hevði framløgu um at lesa raðið, og Páll Isholm, námslektari, hevði framløgu um, hvussu orðatøk kunnu stimbra lesihugin.

Kelda: Skúlablaðið