Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Zelenskyj: Hetta skal vera tað seinasta kríggið

Í røðu sínari í ST-høvuðsborgini í gjár sló Zelenskyj enn einaferð fast, at øll friðarelskandi lond eiga at standa saman

 – Vit fyrireika okkum til ein heimsumfatandi friðartoppfund. Eg bjóði tykkum øllum at vera við – øll tykkum, ið ikki finna tykkum í ágangi – og fyrireika hendan fundin.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, nú ST-toppfundur er í New York í hesum døgum, sum ynskir, at kríggið hjá Russlandi móti Ukraina verður tað seinasta kríggið í heiminum.

Forsetin helt í gjár røðu á høvuðsborgini hjá ST, har hann vísti á, at heimurin kann ikki kenna seg tryggjan, tá Russland, sum er fastur limur í ST-trygdarráðnum, hevur kjarnorkuvápn.

– Yvirgangsfólk hava ikki rætt til at hava kjarnorkuvápn. Russland hóttir í tíð og ótíð okkum og tykkum við kjarnorkuvápnum.

– Hvørt áratíggju hevur Russland byrjað upp á eitt nýtt kríggj. Partar av Moldova og Georgia eru enn hersett av russum. Russland hevur oyðilagt Sýria. Russland hevur næstan etið alt Belarus upp, og heldur fram at hótta Kasakstan og tey baltisku londini, greiddi Zelenskyj millum annað frá talarastólinum á ST-aðalfundinum.

Ukrainski forsetin fer í morgin at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, í Washington.

Tað hevur verið kent leingi, at Volodymyr Zelenskyj fór at taka lut á ST-aðalfundinum, har nógvir statsleiðarar og stjórnarleiðarar eru í New York í hesum døgum.

Her er eitt lítið brot frá røðuni, sum Zelenskyj helt í gjár: