Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóskurvar gingu ikki í takt

Ferðsluruðuleiki í Gøtu í gjár í samband við asfaltering

Seinnapartin fóru telefonirnar at kima á løgreglustøðini. Fólk søgdu frá, at tað var ferðsluruðuleiki í Gøtu í samband við, at vegurin millum Norðragøtu og Syðrugøtu verður asfalteraður. Í hesum sambandi eru ljóskurvar settar upp báðumegin, so at eitt spor kann brúkast til vanliga koyring, men tær høvdu eitt sindur trupult við at ganga í takt í gjár.

Tí viðhvørt lýstu báðar ljóskurvarnar grønt og viðhvørt lýstu báðar reytt, og tað førdi til stórar ferðslutrupulleikar.

Men tað gekk skjótt at fáa alt hetta í rættlag aftur, og so kom skil á ferðsluna aftur, eftir at undirveitarin hjá Landsverk hevði fingið boð um at fáa skil á ljóskurvarnar, so tær aftur kundu ganga í takt aftur.

Tað er eisini veitarin, ið hevur ábyrgdina av, at skelting og annað er í ordan í samband við vegarbeiði, men tað var ikki gjørt nóg væl í hesum føri, og førdi tí til ferðsluruðuleikan, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Asfaltarbeiðið á hesum vegastrekkinum er nú liðugt, skilir FM1 á lagnum.