Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Michal Probierz er nýggjur landsliðsvenjari hjá Póllandi

Tann 50-ára gamli venjarin hevur bara tríggjar vikur at fyrireika sítt lið móti Føroyum

Fyri einari viku síðan varð portugisiski landsliðsvenjarin hjá Póllandi Fernando Santos koyrdur sum landsliðsvenjari, eftir at hava staðið við róðrið í bert 232 dagar.

Í dag hevur pólska fótbóltssambandið kunngjørt nýggja landsliðsvenjaran. Talan er um 50-ára gamla Michal Probierz, sum annars hevur verið U21-landsliðsvenjari hjá Póllandi til nú.

Nýggi venjarin hevur eina strævna tíð fyri framman, nú hann skal seta ein hóp saman til dystirnar móti Føroyum á Tórsvølli tann 12. oktober, og síðan heima móti Moldova tann 15. oktober.

Listin við nøvnum til komandi landsdystirnar hjá Póllandi skal, sambært pólskum miðlum, vera inni longu nú sunnudagin 24. september.

Tað verður grundgivið fyri, at Probierz hevur nógvar royndir sum venjari – bæði í liðfótbólti, men eisini sum U21-landsliðsvenjari. Tí verður eisini mett, at tað er ein góð loysn, at Michal Proierz skal fremja ættarliðsskiftið hjá pólska A-landsliðnum, sum Fernando Santos annars varð settur til at gera.