Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

“Beiski smakkurin er her enn” – Ivan Kmotrik Jr minnist enn KÍ

Hann var annars farin úr starvi sum forstjóri í Slovan Bratislava, men í mars í ár fór hann aftur í starv sum forstjóri í Slovan, tann góði Ivan, sum legði føroyskar myndugleikar undir við vilja at forða sínum liðið at spæla í Klaksvík í 2020, men korona kom í tveimum førum liðið hansara í vegin. Hann heitir í dag á sínar áskoðarar um at veita liðnum nógvan stuðul í annaðkvøld

“Tann beiski smakkurin frá 2020 er her enn. Men lat okkum leggja hatta afturum okkum. Meira enn nakrantíð hava vit brúk fyri tykkara stuðli til Slovan frá áskoðaraplássunum hósdagin. Vit uppliva torførar tíðir fyri tíðina, men tað er tílíkum tíðum, at tað er týdningarmikið at standa saman um felagið, ikki at geva upp og arbeiða enn harðari fyri tingini. Lat okkum sameinast – spælarar, leiðsla, áskoðarar – og stríðast saman, so hetta verður ein góða Conference League kapping fyri okkum”.

Soleiðis skrivar tann karismatiski forstjórin í Slovan Bratislava, Ivan Kmotrik Jr., á sínum Instagram-vanga. Føroyingar hoyrdu eitt sindur til hendan forstjóran, tá KÍ og Slovan Bratislava eftir ætlan skuldu spæla dyst í Klaksvík á sumri í 2020, men tann dysturin bleiv sum kunnugt av ongum vegna – í tveimum umførum – korona í hópinum hjá Slovan.

Ivan Kmotrik yngri, var ikki blíður við føroyskar myndugleikar og KÍ, tá liðið lendi aftur í Bratislava fríggjadagin 21. august í 2020. Hann legði føroyskar myndugleikar og KÍ undir við vilja forða fyri, at lið hansara kundi spæla í Klaksvík.

– Fyriuttan hetta uppslagið á Instagram, so er tað ikki nógv, sum forstjórin í Slovan Bratislava hevur sagt undan dystinum í annaðkvøld – í hvørt fall ikki inntil víðari, sigur Erik Farkaš, sum er redaktørur fyri slovakiska ítróttarmiðilin, Sport.sk.

Hann væntar ikki, at tað verður útselt til dystin í annaðkvøld, men at tað vera umleið 12.000 til 14.000 áskoðarar til dystin millum Slovan Bratislava og KÍ.

Ruðuleiki í leiðsluni
Nógv er hent síðan handan tiltikna dystin í 2020, sum ongantíð varð spældur. Seinasta árið hevur tað ikki gingið eftir vild hjá Slovan Bratislava, sum er eitt lið, ið nógv vænta sær nógv av í Slovakia. Í fjør heyst spældi Slovan eisini í Conference League, men byrjanin var alt annað enn góð, greiðir Erik Farkaš frá.

Les eisini...  Fornals sendir West Ham í Conference League finaluna

– Liðið spældi javnleik heima móti Zalgiris og tapti síðan á útivølli fyri Pyunik Yerevan í Armenia. Tá væntaðu øll, at venjarin, Vladimir Weiss Sr. fór at verða koyrdur, men eigarin á felagnum, Ivan Kmotrik Sr., sum er góður vinur við venjaran, koyrdi heldur allar fótbóltsskótarnar og ítróttarstjóran, Richard Trutz, til hús. Síðan valdi sonur eigaran, Ivan Kmotrik Jr. at fara úr sínum starvi sum forstjóri í felagnum. Hetta var í september í fjør, sigur redaktørurin fyri Sport.sk fyri FM1.

Erik Farkaš greiðir frá, at tað valdaði ruðuleiki í leiðsluni í felagnum eftir hetta. Felagið longdi ikki sáttmálar við berandi kreftir á liðnum, sum so fóru úr felagnum ókeypis, tí sáttmáli teirra var farin úr gildi. Slovan misti eisini kreativa miðvallaran Giorgi Chakvetadze, sum var lántur frá Gent, men hóast felalagið hevði møguleika at keypa spælaran úr Georgia, so skyldar Erik upp á vánaliga leiðslu, sum ikki megnaði at keypa Chakvetadze, sum nú er lántur út til Watford í næstbestu ensku deildini.

– Millum annað hetta fekk eigaran í felagnum at seta sín egna son aftur í starv í mars í ár sum forstjóri í felagnum, men starvið hjá Ivan Kmotrik Jr. er meira at meta sum eitt frítíðarítriv. Áskoðarar hjá Slovan eru sera ónøgd við mátan, ið felagið verður ført upp á fyri tíðina, men eisini inn á keypspolitikkin, sum ikki er til staðar í løtuni, nú felagið enn ikki hevur nakrar ítróttarstjóra – og heldur ikki fótbóltsskótar, sum skulu finna evnaríkar spælarar.

– Tað eru mong, ið halda, at tíðin hjá Kmotrik-familjuni er farin. Eigarin, Ivan Kmotrik Sr. hevur heldur ikki víst aftur, at hann er sinnaður at selja felagið, men í løtuni eru ongar samráðingar við aðrar partur um hetta, greiðir Erik Farkaš frá.

Les eisini...  Tíðindini kl. 17.00

Byrjanin upp á hetta kappingarárið hevur heldur ikki verið heilt góð. Eftir fimm dystir liggur Slovan á einum sætti plássi í bestu deildini í Slovakia.

(Greinin heldur fram undir myndini)

Her møtir Ivan Kmotrik Jr. pressuni, tá fyrsta liðið og reservaliðið hjá Slovan Bratislava lendi í Bratislava, eftir at felagið skuldi spæla móti KÍ í Klaksvík, men korona í Slovan-hópinum forðaði hesum (Mynd: TASR)

Útsagnir frá forstjóranum settu eld í
Eftir hendingina í 2020 vóru tað nógv viðhaldsfólk hjá Slovan Bratislava, ið góvu ilt av sær, og skrivaðu millum annað ikki so pen boð á sosialu miðlunum hjá KÍ. Hetta stóðst av, at tá Slovan Bratislava-liðið lendi aftur í Bratislava, so vóru miðlarnir á flogvøllinum og tóku ímóti. Her greiddi forstjórin, Ivan Kmotrik Jr. frá, hvussu lið hansara var offur fyri einari samansvørjing frá føroysku myndugleikunum og KÍ, sum hann legði undir fyri at hava brúkt ófínar metodur, so forðast kundi fyri, at Slovan Bratislava kundi spæla í Klaksvík tann 22. august í 2020.

– Nógv viðhaldsfólk hjá Slovan keyptu hesa frágreiðingina hjá Ivan Kmotrik Jr., og tað sóu vit aftur á teimum reaktiónunum, sum komu frá viðhaldsfólkunum eftirfylgjandi. Men hvat kann mann vænta í einum landi, har koronaavnoktarar ráddu fyri borgum, har táverandi forsætisráðharri, Robert Fico, beinleiðis heitti á fólk um ikki at lata seg koppseta?

– Eg haldi, at hendingin í Føroyum í 2020 endurspeglaði hetta rættiliga væl, har felagið als ikki var nóg væl fyrireikað til krøvini, sum føroyska stjórnin hevði sett fyri dagin, tá korona valdaði í øllum Evropa, og summi lond høvdu sett strangari átøk í verk enn onnur, sigur Erik Farkaš bersøgin.

Les eisini...  Árni Ellefsen gevst sum forstjóri í Bank Nordik

Hvussu sært tú upp á komandi dyst?

– Tað er torført at siga. Satt at siga, so vita vit ikki, hvussu Slovan grípur dystir an fyri tíðina, tí tað er ikki serliga støðugt, sum liðið hevur spælt í seinastuni, sigur ítróttarredaktørurin fyri Sport.sk.

Dysturin millum Slovan Bratislava og KÍ byrjar klokkan 20 í annaðkvøld.

Eingin føroyskur miðil fer at hava frásøgn ella vísa dystin, men dysturin kann millum annað síggjast á TV2 Play, men til tað krevst eitt hald.

Les eisini: