Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

668 húski hava fingið hjálparískoyti

Síðan skipanin við hjálpariskoyti varð sett í verk, hava 668 húski fingið stuðul úr skipanini

Higartil hava 668 húski fingið hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti, og harumframt eru framvegis 10 umsóknir, sum ikki eru liðugt viðgjørdar.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, í svari til fyrispurning frá Liljuni Weihe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Hjálparpakkin varð samtyktur í mars mánaði í ár ásetur, at fíggjarliga sperdar familjur kunnu fáa eitt ískoyti á 12.000 krónur aftrat, sum kann útgjaldast eina ferð, umframt at familjuískoytið hækkar 750 krónur fyri hvørt barn í tíðarskeiðnum frá 1. Juni í ár til 31. Desember í ár.

Tað ber kortini ikki til at siga, hvussu nógv teirra, ið hava fingið hjálparískoyti, eru húski við einum vaksnum, og hvussu nógv eru húski við fleiri vaksnum, tí neyðugt er at fáa hesar upplýsingar frá uttanhýsis KT-veitara, og hetta eydnaðist ikki almannamálaráðnum, áðrenn freistin at svara fyrispurninginum var farin.

Umframt familjuískoyti og hjálparískoyti, hevur eisini borið til at fáa oljuískoyti, og tað eru tilsamans 415 húski, ið higartil hava fingið oljuískoyti, sum er eitt eingangsútgjald á 10.000 krónur.

Liljan Weihe vildi ieisini hava at vita, hvussu nógv húski fáa ágóðan av, at familjuískoyti er hækkað í løtuni, og til hetta svarar Sirið Stenberg, at rætturin til familjuískoyti er ikki knýttur at húskishugtakinum.

Landsstýriskvinnan sigur tó, at broytingin í familjuískoytinum hevur havt við sær, at veitingin hjá øllum móttakarum høkkar, og harvið fáa øll, sum eru í skipanini ágóðan av hækkingini. Talið á móttaarum broytist eitt sindur frá mánaði til mánaða.

Síðan broytingin kom í gildi, hava 316 familjur móttikið familjuískoyti og hava harvið fingið ágóða av hækkingini. Av teimum 316 er 268 støk og 48 samlivandi pør.