Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sambandsflokkurin vil hava virknan føroyskan lut í verjusemjuni

Eitt uppskot til samtyktar er til viðgerðar í tinginum í dag, har Sambandsflokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at hava ein virknari lut í donsku verjusemjuni

Løgtingið skal í dag viðgera eitt uppskot til samtyktar frá Sambandsflokkinum, sum skjýtir upp, at løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja eina ætlan fyri, hvørji ítøkilig stig kunnu takast til at fremja átøk, sum kunnu styrkja verjuna av og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum og leggja eina frágreiðing um hetta fyri tingið.

Í viðmerkingunum vísir Sambandsflokkurin á, at Danska stjórnin hevur boðað frá, at 144 milliardir krónur skulu nýtast til átøk innan verju og trygd komandi árini, og hesin peningurin kann eisini komu Føroyum til góðar, millum annað við at gera íløgur í sjókaðalar, kritiskan infrastruktur og eftirlitsskipanir.

Sambandsflokkurin hartar kortini landsstýrismannin í uttanríkismálum fyri ikki at taka ein aktivan part í verjusemjuni á Fólkatingi, men heldur at bíða eftir ítøkiligum uppskotum frá donsku stjórnini við tí grundgeving, at slíkar semjur skulu gerast beinleiðis millum landsstýrið og donsku stjórnina.

Sambandsflokkurin sigur, at leikluturin hjá landsstýrismanninum skuldi verið virkin, og at landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum – heldur enn at bíða eftir, hvørum danska stjórnin kemur við.

Tingfundurin byrjaði klokkan 11 fyrrapartin, og uppskotið hjá Sambandsflokkinum er seinast á skrá áðrenn framløgur.