Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúrður Jacobsen og Guram Kashia hittast aftur

Í 2008 spældi NSÍ móti Dinamo Tbilisi í Champions League-undankappingini. Millum spælararnar vóru núverandi hjálparvenjari hjá KÍ og núverandi verjuspælari hjá Slovan Bratislava

Tað verður ikki bara søguligt, tá KÍ í kvøld, sum tað fyrsta føroyska liðið, fer at spæla í einum evropeiskum bólkaspæli.

Í kvøld hittast tvær spælarar, sum spældu ímóti hvørjum øðrum í 2008, tá NSÍ og Dinamo Tbilisi hittust í undankappingardysti til Champions League.

Á NSÍ-liðnum spældi NSÍ-legendan Sjúrður Jacobsen, sum var ein drúgvur tænastumaður fyri NSÍ, og á liðnum úr Georgia spældi ein ungur Guram Kashia í miðverjuni.

Guram Kashia hevur leikt við Slovan síðani 2021. Hann er nú vorðin 36 ára gamal, og hevur leikt 106 landsdystir fyri Georgia.

Tað sermerkta í øllum hesum er, at hesin Guram Kashia skoraði mál móti NSÍ í fyrra dystinum millum liðini. Hetta var tann 16. juli í 2008 í Tbilisi, Georgia, sum Dinamo vann 3-0.

Í returdystinum í Gundadali eina viku seinni – tann 22. juli – var Dinomo Tbilisi um ein háls stóran part av dystinum, eftir at Hjalgrím Elttør hevði lagt NSÍ á odda longu í 16. minutti.

NSÍ hevði nakrar heilt góðar málmøguleikar, har millum annað Øssur Dalbúð skeyt á stongina, og georgisku spælararnir høvdu úr at gera, fyri at verja fyri. Tað hevði millum annað við sær, at hesin Guram Kashia, sum nú spælir fyri Slovan Bratislava, fekk gult kort, tá ein góður tími varð spældur, og tað var eisini um reppið, at hann eisini fekk sítt seinna gula kort, men eins og restin av Dinamo Tbilisi-liðnum, so slapp Guram við skrekkinum.

Guram Kashia hevur havt ein fjølbroytta yrkisleið, har hann eitt nú hevur spælt fyri Vitesse úr Niðurlondum, San Jose Earthquakes í amerikonsku MLS-deildini, Locomotive Tbilisi og so nú fyri Slovan Bratislava.

Les eisini...  Íverksetarin tók við hjá Arsenal