Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Umrøddu harðskap og kriminalitet í Norðurlondum

Harðskapur í nærsambondum er ein trupulleiki í øllum Norðurlondum. Tað hevur stóran týdning at fyribyrgja harðskapi í størri mun enn í dag, soleiðis at fleiri kunnu verða vard ímóti vanlukkuligu avleiðingunum av harðskapi. Hetta var millum týdningarmestu evnini á árliga fundinum hjá norðurlendskum løgmálaráðharrunum, sum var í Reykjavík mánadagin

Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir hittast einaferð um árið at umrøða mál og deila vitan innan øki, sum hava felags áhuga. Yvirskipaðu evnini fyri fundin hesaferð vóru ungdómskriminalitetur, skipaður kriminalitetur, harðskapur í nærsambondum og íleguættargransking í sambandi við álvarslig løgreglumál.

Á fundinum varð eisini greitt frá teimum royndum, sum ymsu londini hava við at steðga harðskapi í heiminum so tíðliga sum til ber.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, greiddi millum annað frá, at ásetingar um sálarligan harðskap og tráfylging verða settar í revsilógina í Føroyum í vár. Somuleiðis greiddi hann frá, at uppskot um kynsliga avnoyðslu og lokking er á veg í tingið.

Integratión, tilbúgving, menningarsamstarv og neyðhjálp
Meðan landsstýrismaðurin var í Íslandi, nýtti hann eisini høvi at kunna seg um onnur viðkomandi viðurskifti. Íslendingar eru fúsir at samstarva við føroyingar og at deila vitan um ymisk málsøki, sum Løgmálaráðið arbeiðir við.

Bjarni Kárason Petersen vitjaði íslendska ráðharran í útlendingamálum Guðmund Inga Guðbrandsson, sum kunnaði um, hvussu Ísland arbeiðir við integratión. Landsstýrismaðurin vitjaði eisini Almannavarnir (Almannavernd), har hann fekk góða kunning um tilbúgving í Íslandi, og í Uttanríkisráðnum, har evnið var altjóða menningarsamstarv.