Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bussur hjá Strandferðsluni koyrdi ov skjótt í Vágatunlinum

Løgreglan gjørdi í gjár ferðamátingar í undirsjóvartunlinum

Frá umleið klokkan 9 til 11 í gjáramorgunin gjørdi løgreglan ferðamátingar í Vágatunlinum.

Tá ferðamátingar verða gjørdar í undirsjóvartunlum, so verða bilar ikki steðgaðir í tunlinum av trygdarávum, men heldur hevur løgreglan pinnin úti, tá akfør koma út úr undirsjóvartunlinum, og pinnurin var úti og vinkaði 11 akfør inn.

Millum annað varð ein bussur hjá Strandferðsluni máldur til at hava koyrt 90 kilometrar um tíman, men tað er 20 kilometrar ov skjótt, tí bussar og aðrir stórir bilar kunnu í mesta lagi koyra 70 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har vanlig akfør kunnu koyra 80 kilometrar um tíman. Bilførarin á bussinum fær tí bót, fyri at koyra ov skjótt.

Fýra bilførarar fáa eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 104, 106, 107 og 111 kilometrar um tíman, og ein bilførari hevur fingið treytað frádøming av koyrikortinum, tí hesin koyrdi 117 kilometrar um tíman.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at í øllum hesum førum hevur løgreglan tikið trý prosent av ferðamátingunum, fyri at javna út møgulig frávik.