Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsvenjing fyri børn og ung við CP

Tiltakið verður á Tórsvølli sunnudagin 1. oktober frá klokkan 13 til 14

FSF og Parasport Føroyar bjóða til fótbóltvenjing til børn og ung við CP. Tiltakið verður á Tórsvølli sunnudagin 1. oktober frá klokkan 13 til 14 .

Málbólkarnir eru børn 6-14 ár og ung 15-25 ár, ið hava CP, GMFCS 1 og 2 (tey, sum klára at ganga).

Luttakararnir verða býttir upp í aldursbólkar og verða venjingarnar tillagaðar aldursbólkin og førleikan.

Tiltakið er ókeypis, og treytað av nóg góðari undirtøku.

Tey, ið ynskja at luttaka verða biðin at senda t-post til christina@football.fo ella parasport@parasport.fo í seinasta lagi hósdagin 28. september klokkan 20.

Luttakarar eru vælkomnir at taka systkin ella vinfólk við.