Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan kannar eitt mál um blúnisbrot

Hendingin fór fram í svimjihøllini í Havn í gjár

Tíðliga seinnapartin í gjár meldaði ein maður eitt mál um blúnisbrot til løgregluna.

Hendingin fór fram í mannfólkaumklæðingarrúminum í svimjihøllini í Havn.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini hevur ikki so nógv at siga um málið í løtuni – uttan tað, at málið verður kannað víðari, og at avhoyringar skulu gerast.

– Tað vóru bara menn til staðar, tá hendingin fór fram, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í umklæðingarrúmum lata fólk seg úr og í, fólk ganga eisini nakin til og frá brúsuni og eru eisini nakin í hitarúminum, so nú skal løgreglan finna útav, hvat er hent í hesum málinum, eftirsum hendingin er meldað av manninum, ið kendi seg stoyttan.

Í gjár varð eisini eitt mál meldað um harðskap í Suðuroy. Løgreglan hevur heldur ikki so nógv at siga um hetta málið, men tað verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin.