Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lisa Børud á pall í Nesvík

Nú kunnu vit føroyingar fyri fyrstu ferð hoyra Lisu Børud framføra sín tónleik í Føroyum. Tann 13. apríl 2024 luttekur Lisa Børud á KRISTFEST

Lisa Børud er kend sum kristna barnastjørnan úr Norra, men nú er hon ein ung kvinna og spælir tónleik, sum vendir sær serliga til unga áhoyraran. Lisa framførir eisini javnan onkran av sínum kendy barnasangum á sínum konsertum.

Vit kunnu vænta okkum eina tónleikaraframførslu í heimsflokki. Hóast ungan aldur, hevur norska Lisa Børud yvir 20 ár á baki í tónleikavinnuni. Lisa er uppvaksin við tónleiki, mamman er sangarinna og pápi hennara er tónleikarar, sangari og hevur egið plátufelag.

Longu sum 5 ára gomul sang Lisa Børud á síni fyrstu tónleikaútgávu. Síðan tá hevur hon verið við á 12 útgávum og hevur selt yvir 120.000 album. Umframt at syngja og framføra sín egna tónleik, syngur Lisa kór og dansar saman við øðrum kendum tónleikarum. Tónleikastílurin hjá Lisu er í høvðus heitunum kristin pop/rock.

So gleð teg til eina góða konsert við Lisu Børud á KRISTFEST 2024!