Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Weiss: – Vit fingu ein hvøkk men vit reistu okkum skjótt aftur

Tað var ein lættur venjari hjá Slovan Bratislava, sum tosaði á tíðindafundinum eftir dystin móti KÍ í gjár. Á tíðindafundinum kom eisini fram, at hann var á kreppufundi við leiðsluna í felagnum í átta tímar mánadagin

– Undan dystinum greiddi eg fyri mínum spælarum, at eg var nøgdur við ein 1-0 sigur móti KÍ. Teir skora fyrst, men vit klára at venda dystinum, og tað er ikki lætt. Vit fingu ein hvøkk, men vit reistu okkum skjótt aftur.

Tað segði ein lættur venjarin hjá Slovan Bratislava, Vladimir Weiss, eldri, á tíðindafundi eftir dystin í gjárkvøldið millum slovakisku meistararnar og KÍ.

Hann er sum heild nøgdur við dystin, men at tað enn eru nøkur ting, sum hansara lið skal arbeiða meira við.

– Vit høvdu møguleikar at skora til 3-1 og til 4-1, men so mundu teir skora til 2-2 í endanum av dystinum. Vit mugu arbeiða meira við at lukka dystir, so vit ikki koma í tílíkar støður, sigur hann.

Eisini segði venjarin á tíðindafundinum, at vann Slovan ikki hendan dystin heima móti KÍ, so fór at vera trupult at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, har hann metir Lille vera favoritt at koma víðari, og so fara hini liðini í bólkinum at stríðast um hitt plássið, sum gevur víðari luttøku í Conference League-kappingini.

Kreppufund í átta tímar
Á tíðindafundinum kom eisini fram, at Vladimir Weiss, eldri, var á kreppufundi við leiðsluna í felagnum í átta tímar mánadagin, har tosað varð um gongdina hjá Slovan seinastu tíðina.

Felagið liggur í løtuni nummar seks í bestu slovakisku deildini, og hevur eisini tapt dystir í Champions League- og Europa League-undankappingini, so liðið nú tekur lut í minstu evropeisku kappingini, Conference League.

– Vit høvdu ein fund, sum vardi í átta tímar, har vit umrøddu ting, sum vóru gingin galin, men eisini hvussu vit kunnu gera tað betri, kundi Slovan-venjarin avdúka á tíðindafundinum.

Les eisini...  Haakon Lunov koyrdur

Undan dystinum móti KÍ, hevði forstjórin í Slovan Bratislava, Ivan Kmotri, yngri, sum er sonur eigaran, Ivan Kmotrik, eldra, heitt á viðhaldsfólkini um at standa saman og stuðla liðnum, nú tað hevur gingið heldur misjavnt seinastu tíðina, og venjarin var eisini nøgdur við stuðulin frá viðhaldsfólkunum.

– Áskoðararnir hjálptu okkum og stuðlaðu væl í dystinum – eisini, tá vit komu afturúr við einum máli, og soleiðis eigur tað at vera. Spælararnir góvu áskoðarunum løn fyri stríðið, men mínir spælarar høvdu eisini okkurt at prógva í dystinum, so eg eri nøgdur, sigur Vladimir Weiss, venjari hjá Slovan Bratislava.

Tað var eisini sonur venjaran, Vladimir Weiss, yngri, sum javnaði fyri Slovan, eftir at Deni Pavlovic hevði lagt KÍ á odda eftir gott hornaspark – ella Árnaspark – frá Árna Frederiksberg.

Vinnandi málið kom eitt korter undan leiklok, tá Aleksandar Čavrić skallaði bóltin í málið.

Næsta umfar í Conference League verður spælt tann 2. oktober. Tá skal KÍ spæla heima móti Lille, meðan Olimpija Ljubljana og Slovan Bratislava spæla í Slovenia.