Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gunnar: Fantastisk kensla at vera greipuvinnari í Íslandi

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi í Triðja Hálvleiki við Gunnar Vatnhamar, ið saman við liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík gjørdist staðfestur íslendskur meistari uttan at spæla. Valur megnaði bert javnleik 2-2 móti KR, og kann tí í mesta lagi fáa 58 stig. Víkingur Reykjavík hevur 60 stig og fýra dystir eftir at leika. Gunnar sigur, at tað er ein fantastisk kensla. Hann er glaður fyri møguleikan at sleppa at spæla við einum so góðum liði, har teir hava vunnið bæði meistaraheitið, steypakappingina og hava sett málmet fyri eitt kappingarár, og tað kunnu teir enntá bøta komandi fýra dystirnar. Gunnar hevur júst verið heima og vitja familjuna í nakrar dagar, og hann hevði júst fingið viðføri á flogvøllinum í Keflavík tá FM1 fekk orðið á hann.