Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annika Holm nýggjur leiðari á Heilbrigdinum

Stýrið fyri Heilbrigdið hevur sett Anniku Holm i starv sum leiðari á Heilbrigdinum

Stýrið fyri Heilbrigdi á Velbastað hevur sett Anniku Holm í starv, sum leiðari á stovninum.

Hetta sigur Stýrið fyri Heilbrigdið í tíðindaskrivi.

Annika Holm hevur verið virkandi leiðari seinastu mánaðirnar og er nú sett í fast starv.

Í mars 2018 tók hon við starvi sum ráðgevi á Heilbrigdi og eftir áheitan frá stovninum tók hon við fyribilsstarvið sum programleiðari í august 2018 og nakað seinni var hon sett í fast starv.

Annika Holm er 52 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.

– Stýrið ynskir Anniku Holm góða eydnu í staarvinum, sigur stýrið fyri Heilbrigdið.