Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annika ikki longur partur av samgonguni í Klaksvíkar Býráð

Eftir drúgva umhugsarnartíð havi eg valt at taka meg úr meirilutanum í Klaksvíkar Býráð. Tað er grundað á fleiri orsøkir, men avgerðin byggir einamest á, at eg ikki føli meg heima í politisku raðfestingunum og umsitingarliga drálinum, skrivar Annika Steintórsdóttir Biskopstø á sínum Facebook-vanga

Eg havi fleiri ferðir gjørt vart við, at vit mangla visjónir í býráðsarbeiðinum og at fyrisitingarliga skipanin er vorðin ov stirvin og valdsmikil. Mál, sum eg havi arbeitt við, tykjast bara at draga út – og fleiri avgreiðslumál verða ikki framd í verki ella detta afturum í onkrari umsitingarligari kø.

Meðan vit í kommununi hava havt tíð, pengar og orku at gera grótbrot, bátahyl, ídnaðarøki og moldveg, breiðka og asfaltera vegir, hevur ikki verið møguligt at flutt játtaðan pening til fyribyrgjandi arbeiði hjá Gigna og at fáa barnabókasavnið liðugt. Hetta eru mál, sum vóru stovnaði á mínum allarfyrstu nevndarfundum og ikki eru kostnaðarmikil.

Eg havi alla setuna gjørt vart við, at vit í nógv størri mun eiga at raðfesta tey bleytu virðini, har menniskjað og trivnaðurin eru í miðdeplinum.
Tíðliga í setuni sótu vit politikarar og embætisfólk á fundi, har jaliga varð tosað um at Klaksvíksvegurin og Nólsoyar Páls Gøta skulu gerast meiri gongu- og súkkluvinarlig, og at tíðin var komin at planta runnar og trø framvið vegjaðaranum. Men fáar dagar seinni varð tann at kalla lýtaleysa koyribreytin grivin upp, øll sum hon var, og asfalterað av nýggjum. Skuldin hjá klaksvíkingum vaks. Men ikki eitt tað einasta træ varð gróðursett og ongin bonkur innhugsaður. Og ikki eitt orð á fundinum um hetta.

Samstarvið í ovastu politisku leiðsluni hevur tíanverri ikki verið nøktandi. Og fyrisitingin hevur ikki verið nóg holl í síni ráðgeving. Framvegis er ongin tíðarhóskandi kommunuætlan og í politiska gerandisdegnum eftirlýsi eg eitt betri arbeiðslag millum politikkarar og meiri samstarv tvørtur um deildirnar.
Tað seinasta var, at eg skeyt upp, at man endurskoðaði alt eldraøkið, har vit frameftir virka fyri at fáa fleiri eldrabústaðir og koma við nøktandi fyribyrgjandi tilboðum, men áðrenn nevndarfundurin skuldi verða, var málið, uttan um meg, (eg eri forkvinna í Eldri og Bústaðir) tikið av skrá.

Tað verður ikki hugsað í umhvørvisvinarligum loysnum. Býráðið gloymir fólkaheilsuna. Bilarnir í býnum skulu eftir øllum at døma eiga betri rætt enn tey, sum vilja koyra buss, súkkla, ganga ella trilla við barnavogni. Og meðan heimurin rópar eftir minni forbrúki og eftir meiri dýrabærari tíð til hvønn annan, er politiski hugburðurin endaleysur vøkstur og meirnýtsla. Vit brúka nógvar milliónir uppá at innflyta óføroyskar loysnir til m.a. spælipláss og skúlagarðar, men megna ikki at staðseta talvfólkið kring talvborðið ella boyggja nøkur stálrør til uttanduravenjing. Og vit gera fegin fleiri parkeringspláss, meðan mál sum viðvíkja ljóð- og ljósdálking verða langtíðarparkeraði.

Í hesum árinum hava vit eisini rindað fyri eina borgarakanning, sum tað kortini ikki verður lurtað eftir. Tað er onki sum bendir á, at samgongan tekur ferðslutrupulleikan og vanda á vegnum í álvara ella fylgir viljanum hjá fólkinum, sum í kanningini saknar eina skilavísa býarplanlegging og fleiri fjølbroytt tilboð til tey ungu.

At eygleiða brain-drain av míni egna ættarliði er lítið hugaligt. Hetta sæst aftur í burðarframrokningunum og kom eisini fram í borgarakanningini, sum staðfesti, at Klaksvíkin var meira býurin fyri tey, sum eru komin til ein aldur, har tey ikki longur seta so nógv krøv til býarlív og frítíðina.

Eg skilji ikki, hví vit ikki kunnu standa saman um ein meiri reflekterandi og
skilagóðan politikk. Hví skal alt kommunalt arbeiði gerast so óneyðuga kostnaðarmikið? Hvar er tann góða ráðgevingin og eftirlitið? Hví ber tað ikki til at finna tær ódýru, praktisku og estetisku loysnirnar, so vit skjótari koma á mál við eini meiri tíðarhóskandi kommunu fyri øll.

Eg sakni eina kós. At vit hava størri virðing fyri pengunum. At vit hava meira hjartað við í tí sum vit gera. At vit duga og vilja síggja ta stóru myndina og bjóða øllum við.

Eg havi í allari tilgongdini roynt at gjørt mína ávirkan og verið konstruktiv í samgonguni. Men nú er nóg mikið.

Annars vil eg takka fyri tær góðu ætlanirnar, sum vit hava roynt at staðið saman um, og fyri góða vinalagið og samstarvið, sum framvegis er tvørtur um øll floksmørkini og út í nógvu krókarnar í býráðshúsinum. Tað er rætt, at vit yvirtóku eina skuldarbundna kommunu, og at hetta avmarkaði eisini fleiri góðar ætlanir hjá samgonguni. Og tá ið alt hetta er sagt, so eri eg kortini errin av slóðbrótandi matarskipanini í skúlanum og átakinum Virkið Vár/Heyst, sum í hesum døgum fer av bakkastokki. Eg gleði meg eisini til barnabókasavnið letur upp og smábarnafamiljur fáa eitt stimbrandi og mennandi umhvørvi at brúka í gerandisdegnum. Og spennandi ætlanir liggja somuleiðis og bíða eftir at verða útintar m.a. í Klaksvíksgarðinum, úti í Grøv, við bátabrúgvarnar og í Borðoyavík. Og vónandi liggur ongin á boðunum.

Eg fari til seinast at ynskja samgonguni, sum eg ikki longur eri partur av, góðan arbeiðshug frameftir, og skal gera mítt til, at fleiri av mínum hjartamálum verða framd í verki.

Eg vil eisini takka borgarstjóranum Karl Johansen og tykkum øllum í samgonguni, sum hava víst mær politiskt álit og fyri tann góða viljan og tað arbeiði, ið vit sum meiriluti hava borið á mál. Har samgongan hevur uppiborið mín stuðul, kann hon frameftir vænta mína atkvøðu. Tað sum eftir er av hesi setuni fari eg at fylgja væl við, at Klaksvíkar Býráð arbeiðir skilvíst og tænir áhugamálunum frá yngsta til elsta borgara í kommununi.

Við allarstørstu virðing og takk góðu tit øll. Eg vóni, at tit skilja mína støðu
“.