Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fýra vikur í varðhaldi

Í grundlógaravhoyring í gjár var ein maður í 30-unum varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri grovan harðskap og hóttanir í Klaksvík sunnumorgunin

Seinnapartin í gjár var ein maður í 30-unum førdur fram fyri Føroya rætt, har hann er skuldsettur fyri harðskap, grovan harðskap og fyri hóttanir í Klaksvík sunnumorgunin, har millum annað knívur var á lofti.

Fyrradagin var ein knívur funnin á vágni í Klaksvík, ið hevur samband við harðskapshendingina sunnumorgunin millum skeinkistaðið Mollys og har, sum Kiosk Vár fyrr helt til.

Ákæruvaldið bað um at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, fyri at hava hóskandi tíð at kanna málið víðari, og tað gav rætturin løgregluni viðhald í.

Les meira: