Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanna møguligan harðskap

Ein fullur maður gekk runt í miðbýnum í Havn við týðiligum snuddum í andlitinum

Sunnumorgunin gekk ein ungur maður runt í miðbýnum í Havn við fleiri snuddum í andlitinum. Tá hann var staddur við taxastøðina hjá Auto hildu fólk, at tað var skilabest at ringja til løgregluna og boða frá hesum.

Men tá løgreglan kom á staðið, fekk løgreglan ikki nógvar upplýsingar frá manninum, tí hann var heldur drukkin. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at í døgnrapportini stendur, at maðurin hevði sjónligar snuddir í andlitinum, og tí vórðu myndir tiknar av snuddunum.

Løgreglan tosaði aftur við mannin í gjár, men hann visti enn ikki, hví hann hevði fingið hesar snuddir. Men tað varð rátt honum til at fara til nærri kanningar á skaðastovuni – eisini á tann hátt fáa dokumentasjón fyri hesar snuddir, maðurin hevði fingið.

Føroya Politi fer nú at kanna málið nærri, fyri at fáa staðfest, hvørt maðurin hevði verið fyri harðskapi ella ikki.

Rúsdrekkakoyring á Viðareiði
Herfyri varð ein bilførari tikin á Viðareiði fyri rúsdrekkakoyring, og í gjáramorgunin bleiv aftur ein bilførari tikin á Viðareiði fyri rúsdrekkakoyring.

Hetta var beint fyri klokkan 11.

Blóðroynd varð tikin av bilføraranum, sum síðan bleiv latin leysur aftur.

Møguligt innbrot í Vági
Løgreglan kannar eisini eitt møguligt innbrot í Vági, sum er hent einaferð millum lukkitíð fríggjadagin og í gjáramorgunin.

Innbrotið varð fráboðað í gjár, men enn veit løgreglan ikki, um nakað er stolið úr kontórinum ella um nakað er oyðilagt.