Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kendur flogskipari fleyg nýggja flogfarið hjá FarCargo úr Kina til USA

Videovloggur frá Captain Bob og hansara ferð við Eysturoy

Flogskiparin Bob Allen, sum er betur kendur sum Captain Bob, er kendur flogskipari, sum flýgur flogfør kring allan heimin. Bob Allen, ella Captain Bob, ið hann eisini nevnir seg, er vorðin kendur frá sínum mongu flogferðum, tí hann ofta ger videovloggar frá sínum ferðum.

Hann er partur av felag, Jet Test Aero, sum millum annað flýgur flogfør – týpiskt frá verksmiðjum og til staðið, har flogfør skulu til.

Í seinastu viku fleyg hann flogfarið hjá FarCargo, Eysturoy, frá Xiamen í Kina til Roswell í New Mexico í USA.

Ætlanin var, at FarCargo skuldi byrja sína flúgving á heysti í ár, men sambært heimasíðuni, worldairlinesnews.com, so byrjar Eysturoy at flyta laks úr Føroyum til USA tíðliga í 2024.

Her er videovloggurin frá Captain Bob:

Beint áðrenn fráferð úr Xiamen í Kina (Mynd: X/Bob Allen)