Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarstjórin í Havn vil hava flogvøll á Glyvursnesi

– Nú verður kommunuval, og nú skal Heðin aftur veljast inn upp á eitt ørvitismál, sigur tingmaður í Vágum

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, tekur nú eitt mál fram aftur, ið hevur ligið í skuffuni í nøkur ár: Flogvøllur skal byggjast á Glyvursnesi.

– Nú allir møguleikar eru troyttir vesturi í Vágum, og allar ætlaðar útbyggingar ikki loysa komandi krøvini og tørvin, er helst rætt nú at taka málið fram aftur, sigur Heðin Mortensen.

Men hetta slapp ikki at standa leingi, fyrr enn javnaðartingmaðurin úr Vágum, Jóhannis Joensen, skjýtur aftur við skørpum.

– Heðin tolir ikki, at útbyggingar verða gjørdar í Vágum. Nú verður kommunuval, og nú skal Heðin aftur veljast inn uppá eitt ørvitismál, sigur Jóhannis Joensen í lesarabrævi.

Hóast Heðin Mortensen vísir á, at tað er ivasamt, um vit sleppa av við okkara virðmismesta útflutning, er støðan vorðin nærmast pínlig, sigur hann, og sipar óivað til støðuna við nýggja flogfarinum hjá Farcargo, Eysturoy, ið bert hevur fyribils loyvi at lenda í Vágum.

Men hesum vil Jóhannis Joensen ikki finna seg í.

– Ongantíð í flogvallarsøgu Føroya hava so nógvar útbyggingar verið á flogvøllinum í Vágum. Parkeringsviðurskiftini verða betrað munandi, hangarur verður bygdur, betran av viðførisviðurskiftunum, víðkað komuhøll og ein ætlan um at breiðka og leingja flogbreytina. Afturat hesum verður flúgvi simulator bygdur og flogvallarhotellið útbygt.

Ger fyrireikingararbeiði
Heðin Mortensen sigur, at fyrireikingararbeiðið, at gera flogvøll á Glyvursnesi, er byrjað.

– Eg fari at taka málið um flogvøll á Glyvursnesi framaftur og kanna møguleikarnar fyri politiskari undirtøku, kanna kostnað og fíggingarmøguleikar, sigur Heðin Mortensen.

Men sambært Jóhannis Joensen, so brúkar borgarstjórin í Havn nú útflutningsvinnuna sum jarnbrot.

– Pengakassin er fullur, so nú vil Heðin hava okkurt annað at brúka pening upp á. Eg vóni, at havnaborgarar heldur ynskja betri kommunala vælferð í Havn, enn stór kostnaðarmikil stórheitsprojektir, sigur Jóhannis Joensen.

Les eisini...  Hanna Jensen hevur tikið sæti aftur á tingi

Tingmaðurin úr Vágum heldur, at borgarstjórin í Havn heldur eigur at hyggja eftir eldra- og barnagarðsøkinum í Havn, sum hevur tørv á størri fígging, og vísir á, at Vága floghavn er ein altjóða flogvøllur, sum kann laga seg til allan framtíðar tørv.

– Farleiðin til og frá flogvøllinum verður eisini smidligari í framtíðini. Vit hava ein góðan altjóða flogvøll, sum allatíð skal dagførast, slær Jóhannis Joensen fast.