Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú kunnu oljufýr ikki longur setast upp í nýggjum húsum

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur lýst í kunngerð, at frá 1. januar ber ikki longur til at seta oljufýr í nýggj hús

Frá 1. Januar í 2024 verður ikki longur loyvt at leggja inn oljufýr ella annan útbúnað, ið brúkar olju, gass, kol ella aðrar steinrunnar oljuúrdráttir til upphiting av nýggjum bygningum, sum eru fevndir av upphitingarkrøvunum í BK17, sum er bygningskunngerðin frá 2017.

Hetta hevur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, lýst í kunngerð.

Kunngerðin varð lýst fríggjadagin og kom í gildi dagin eftir.

Í kunngerðini stendur tó, at byggimyndugleikin kann veita tíðaravmarkað undantak frá kravinum í byggitíðarskeiðnum, ella tá talan er um nýbygging á einum staði, har tað ikki ber til at binda í elnetið hjá SEV.

Kunngerðin ásetur eisini, at allar umsóknir um nýbygging, sum kommunan hevur móttikið 1. November í ár ella seinni, skulu viðgerast eftir hesari kunngerð.

Tó kunnu kommunur fram til 1. Januar í 2025 sleppa umsøkjarunum undan kravinum, um skjalprógv er fyri, at byggisáttmáli er undirskrivaður og lánifígging úvegað, áðrenn kunngerðin kom í gildi.