Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjur leiðari á Heilbrigdinum á Velbastað

Stýrið fyri Heilbrigdi á Velbastað hevur sett Anniku Holm í starv, sum leiðari fyri stovninum.

Annika Holm hevur verið virkandi leiðari seinastu mánaðirnar og er nú sett í fast starv.

Í mars 2018 tók hon við starvi sum ráðgevi á Heilbrigdi og eftir áheitan frá stovninum tók hon við fyribilsstarvið sum programleiðari í august 2018 og nakað seinni var hon sett í fast starv.

Annika Holm er 52 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.

Stýrið ynskir Anniku Holm góða eydnu í staarvinum.