Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ørkin í Reykjavík skal hava nýggjan leiðara

Nú søkir Kirkjuliga Heimamissiónin eftir nýggjum leiðara til føroyska sjómansheimið í Reykjavík

Ørkin er ogn hjá Føroysku Sjómansmissiónini og hevur 20 kømur við 67 seingjarplássum, matarsal og fundarhølir. Harafturat er íbúð til leiðaran knýtt at Ørkini.

Hotellið er væl vitjað av fólki úr ymiskum londum, og útlitini fyri komandi ár eru góð.

Síðstu gott trý árini hevur Barbara H. Jensen verið leiðari á Ørkini. Hon sigur, at starvið hevur verið spennandi, avbjóðandi og gevandi, og er hon fegin fyri tíðina, sum hevur givið fleiri góðar løtur og upplivingar.

Seinastu tíðina er ymiskt arbeiði gjørt fyri at dagføra sjómansheimið. Fyrsti triðingur av vindeygunum eru skift, og restin verður skift komandi vár. Ætlanin er eisini at gera aðrar dagføringar komandi vár.

Sambært stýrinum fyri Ørkina verður nú søkt eftir nýggjum leiðara, sum vil leiða hotellið inn í eina spennandi framtíð. 

Meira kann lesast um starvið her.