Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

12 møguligir keyparar hava víst áhuga at keypa

Høgni Hoydal hevur nú svarað Johani Dahl, ið vildi hava at vita, hvussu nógvir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa Sjódepilin hjá Fiskaaling í Nesvík

Tað eru 12 møguligir keyparar, ið hava víst áhuga fyri at keypa Sjódepilin hjá Fiskaaling í Nesvík.

Soleiðis svarar Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin.

Víðari skrivar Høgni í svarinum, at í løtuni verður arbeitt við at fáa seinastu formligu viðurskiftini upp á pláss í samband við at fremja søluna.

Harvið vísir landsstýrismaðurin aftur, at landið, ið eigur P/F Fiskaaling, hevur aðrar ætlanir fyri alistøðina í Nesvík.

Sjódepilin hjá P/F Fiskaaling í Nesvík hevði millum annað til endamáls at gera royndir við toski, kalva og øðrum fiskasløgum.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin skrivaði Johan Dahl, at “bygningurin stendur við streymasjógv, og tí kann sjógvur pumpast upp til at gera royndir við yngli o.ø. Gjørdar eru stórar íløgur gjøgnum tíðirnar í Sjódepilin í Nesvík, og stór virði standa í løtuni óbrúkt uttan nakra ætlan fyri bygningin. Tí verður hesin fyrispurningur settur”, skrivaði tingmaðurin fyri Sambandsflokkin um miðjan september.