Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvær broytingar á føroyska liðnum

Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur gjørt tvær broytingar á liðnum í dag, í mun til seinasta dyst

Nú klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Kýpros í Nations League.

Tað eru tvær broytingar millum tær sum byrjað, síðani dystin fríggjadagin, tá ið Føroyar taptu 0-1 móti Montenegro.

Verjan verður tann sama. Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Birita Ryan og Sara Samson Lamhauge. Liðskiparin Ásla Johannesen byrjar á vinstra bakki, meðan Julia Naomi Mortensen verður á høgra bakki.

Á sentrala miðvøllinum byrja Sunniva Willemoes og Eyðvør Klakstein saman við Rúnu Jacobsen, sum avloysir Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir, sum er flutt út á høgra kant, meðan Heidi Sevdal aftur í kvøld verður á vinstra kanti. í álopinum verður Malena Olsen, sum fyri fyrstuferð byrjar inni á A-landsliðnum.

Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Lena Olsen, Rebekka Benbakoura, Fridrikka Clementsen, Mona Rasmusdóttir, Rúna Olsen, Tórunn Højgaard Joensen, Tóra Mohr, Ása Stórá Carlsen og Sarita Petersen.

Føroyar spæla í League C, og eru í bólki saman við Aserbadjan, Montenegro og Kýpros. Føroyska kvinnulandsliðið hevur ongantíð áður leikt móti Kýpros.

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð og verður vístur á R1 í Televarpinum.

Kelda: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo