Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Baroli Music fingið gullplátu

Gullplátan kemur úr USA til føroysku Baroli Music fyri staklagið “Better In Stereo”

So hava teir aftur gjørt vart við seg aftur, tónleikasmiðirnir báðir í Baroli Music, Bárður Háberg og Óli Jógvansson.

Disney og Recording Industry Association of America (RIAA) hava júst váttað, at lagið “Better In Stereo” nú hevur rokkið “Gold Certification” fyri fleiri enn 500.000 seld eintøk í USA sum staklag.

Lagið hava Bárður og Óli (Baroli Music) skrivað saman við bretsku Paulu Winger – og er onnur útgávan av staklagnum innspæld, framleidd og miksað í studio hjá Baroli Music her heima í Føroyum. Meiri nágreiniliga úti á Landavegnum í Havn.

Bárður Háberg og Óli Jógvansson úr Baroli Music hava gjørt fleiri eyðkennisløg til ymiskar sjónvarpsrøðir hjá millum annað Disney Channel.