Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ungir russar fáa aftur loyvi til at taka lut í UEFA-kappingum

U17-landsliðini hjá Russlandi skulu fáa loyvi til taka lut í fótbóltskappingum, upplýsir evropeiska fótbóltssamgongan

(Dagført klokkan 16:05)

Stendur tað til UEFA, so skulu russisku U17-landsliðini aftur fáa loyvi til at taka lut í UEFA-kappingum.

Tað kunngjørdi UEFA í gjár í samband við, at tað varð kunngjørt, at UEFA Super Cuppin í komandi ár verður í Varsjava í Póllandi.

Eftir russisku innrásina í Ukraina, hevur Russland annars verið útihýst frá øllum UEFA-kappingum.

Men nú fáa tey ungu í Russlandi aftur loyvi til at taka lut, hóast kríggið enn er í gongd.

– Vit eru greið yvir, at børn eiga ikki at verða revsaði fyri handlingar, sum tey vaksnu hava ábyrgdina av. Vit eru sannførd um, at fótbóltur ongantíð má lata vera við at breiða boðskapin um vón og frið, skrivar UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin, sambært AP-tíðindastovuni.

UEFA upplýsir tó, at russisku U17-landsliðini hjá dreingjum og gentum ikki sleppa at spæla í russiskum landsliðsbúnanum, ei heldur skal russiski tjóðsangurin spælast, tá liðini stilla upp áðrenn dyst og so skal eingin dystur spælast í Russlandi, so leingi kríggið herjar á.

Ongland og Ukraina er ímóti ætlanini
Enska fótbóltssambandið, FA, hevur í dag borið fram, at enska fótbóltssambandið fer at nokta sínum liðum at spæla móti Russlandi. Eisini er FA ímóti, at russisku U17-liðini nú møguliga fáa loyvi til at taka lut í UEFA-kappingum.

Fótbóltssambandið hjá Ukraina hevur somu áskoðan, og seinast hevur danska fótbóltssambandið, DBU, og pólska fótbóltssambandið boðað frá, at tey fara at nokta fyri at spæla móti Russlandi, verður tað aktuelt, at U17-landsliðini hjá Russlandi sleppa at taka lut í kappingum hjá UEFA.

FM1 skilir á lagnum, at FSF onga støðu hevur tikið til, hvørt FSF skal gera tað sama sum eitt nú DBU, ið FSF plagar at lena seg at í øðrum viðurskiftum.

Les eisini...  Hálvtíðarprofesionellir fótbóltsleikarir úr Klaksvík

Umframt at útihýsa øllum russiskum liðum frá at taka lut í UEFA-kappingum, so strikaði UEFA í fjør lýsingaravtaluna við russiska statsorkufelagið Gazprom, sum millum annað var høvuðsstuðul til Champions League-kappingina.

Eisini varð Champions League-finalan í fjør flutt frá Sankta Pætursborg í Russlandi og til París í Fraklandi, har Liverpool og Real Madrid hittust í finaluni. Real Madrid vann finaluna 1-0 við máli, ið Vinícius Júnior skoraði einasta málið í dystinum.