Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldsbruni í brúdleypi kostað yvir 100 mannalív

Eitt brúdleyp í Irak endaði við sorgarleiki í gjár, tá eldur kom í veitsluhølini. Fleiri enn 100 fólk hava latið lív í eldsbrunanum

Eitt brúdleyp í Nineveh norðanfyri í Irak endaði í sorgarleiki í gjár, tá eldur kom í hølini, har brúdleypi varð hildið, og fleiri enn hundrað fólk hava latið lív í eldsbrunanum.

Sambært BBC er framvegis ikki greitt, hví eldur kom í hølini, men eygnavitni hava greitt frá, at eldurin kyknaði, eftir at skotið varð við fýrverki.

Upprunaliga varð hildið, at brúðarparið kom frá ræðuleikunum á lívi, men ovastin fyri heilsumyndugleikarnar í Nineveh sigur, at brúðarparið er millum tey deyðu.

Tað er heldur ikki greitt, hvussu nógv fólk hava latið lív í eldsbrunanum, men Reyði Hálvmáni, ið er Reyði krossur í Miðeystri, boðar frá, at fleiri enn 450 fólk hava latið lív.

Guvernørurin í Nineveh vil hinvegin vera við, at 113 fólk hava higartil latið lív.

Sambært BBC verður hildið, at eldfim panel í brúðarhølunum høvdu við sær, at eldurin ferðaðist skjótt, og at eldurin fekk ein part av loftinum at detta niður á veitsluna.