Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klædna- og skógvahandlar selja minni hóast lægri prísvøkstur

Prísvøksturin er minkaður, men er enn høgur, og hetta sæst aftur á søluni. Hóast prísvøksturin á 'mati og drykkjuvørum' er hægst av teimum trimum smásøluvørubólkunum, so sær prísvøksturin í samfelagnum enn út til at ganga út yvir søluna av 'klædnavørum og fótbúnaði'

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri annan ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt á vørubólkarnar ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’. 

Prísvøksturin hevur verið stórur seinasta árið. Síðsta ársfjórðing í fjør toppaði prísvøksturin við 10,1%, men minkaði niður í 8,3% fyrsta ársfjórðing í ár, og annan ársfjórðing í ár var prísvøksturin 4,4%.  

Mongdin av seldum matvørum minkað

Prísirnir á ‘mati og drykkjuvørum’ hækkaðu 11% frá 2. ársfjórðingi í 2022 til 2. ársfjórðing í ár. Tá sølan verður gjørd upp í ársins prísum, er hon 9% hægri hetta tíðarskeiðið. Draga vit prísvøksturin frá, so fæst virðið á mongdini av seldum vørum, kallað ‘sølan máld í føstum prísum’. Sølan máld í føstum prísum á ‘mati og drykkjuvørum’ er 2% lægri hetta tíðarskeiðið. Tað merkir, at hóast virðið á søluni er hækkað frá 2. ársfjórðingi 2022 til 2. ársfjórðing í ár, so er mongdin av seldum vørum lækkað 2%. Hetta talið hevur tó verið lægri. Tá prísvøksturin toppaði síðsta ársfjórðing í fjør, var mongdin av seldum vørum lækkað 10%.

Prísir á ‘húsbúnaði og húsarhaldsútgerð’ hækkaðu 9% frá 2. ársfjórðingi í 2022 til 2. ársfjórðing í ár. Sølan í ársins prísum hetta tíðarskeiðið er 5% hægri enn árið fyri, og umroknað til fastar prísir lækkaði sølan hetta tíðarskeiðið 4%.

Klædna- og skósølan minkað bæði í nøgd og virði

Søla av ‘klædnavørum og fótbúnaði’ er framvegis merkt av prísvøkstrinum í samfelagnum seinasta árið. Hóast prísurin á klædnavørum og fótbúnaði bert er hækkaður 1% hetta seinasta árið, so er sølan í ársins prísum og í føstum prísum minkað 16%.

Les eisini...  Gundogan gjørdist sigursharri á Wembley

Samanumtikið kann sigast, at av hesum trimum vørubólkunum var prísvøksturin størstur á ‘mati og drykkivørum’, nevniliga 11%, meðan hann var lægstur á ‘klædnavørum og fótbúnaði’, ið vaks við 1%. Kortini lækkaði sølan av klæðum og fótbúnaði heili 16%, meðan sølan av mati og drykkjuvørum einans lækkaði 2%. Hetta er sama gongd sum seinastu ársfjórðingarnar, har hækkandi prísir, ið vit serliga síggja á ‘mati og drykkjuvørum’, hava størri avleiðingar fyri søluna av ‘klædnavørum og fótbúnaði’ enn søluna á ‘mati og drykkjuvørum’. 

Orðalýsingar:
Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Sølan sigur okkum hvat umsetningurin hjá feløgunum í vørubólkunum er.