Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi út fyri treylara

Bilurin fór í knús, men eingin fólkaskaði hendi

Í gjár hendi eitt ógvisligt ferðsluóhapp í Trongisvági, tá ein persónbilur ikki helt víkiskylduna og legði út fyri ein treylara.

Hetta var seinnapartin í gjár, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Fólkini, sum vóru í persónbilinum, fóru til kanningar á sjúkrahúsinum á Tvøroyri, men har kundi tíbetur staðfestast, at eingin fólkaskaði stóðst av bilóhappinum.

Bilurin fór somikið illa, at løgreglan klipti pláturnar av bilinum á staðnum, meðan treylarin ikki fekk stórvegis skaða av óhappinum.

Eisini greiðir vaktleiðarin frá, at ein bilur steðgaði upp í Kollafjarðartunnilinum í gjár – beint tá ferðslan var upp á tað mesta, men løgreglan fekk vegleitt bilføraran at fáa bilin inn í eitt av víkiplássunum inni í tunlinum, so bilurin ikki var til ampa fyri ferðsluna.