Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvassar atfinningar móti Trump á republikanskari kjaksending

Fleiri av valevnunum til republikanska undanvalið vóru ikki serliga fegin fyri, at Donald Trump fyri aðru ferð ikki stillaði upp til kjak

Kjaksending var í gjár millum sjey av republikansku undanvalevnunum til amerikanska forsetavalið næsta ár. 

Donald Trump taldist kortini ikki millum tey sjey, og hetta setti sín dám á sendingina, sum varð hildin í Ronald Reagan Presidentian Fountation & Institute í Simi Valley í Kalifornia.

Ikki øll undanvalevnini vóru eins fegin, at Donald Trump fyri aðru ferð á rað ikki stillaði upp til kjak, og millum teirra taldust Ron DeSantis, guvernørur í Florida, og sum áður hevur verið offur fyri ljótu atfinningunum og eyknøvnunum hjá Donaldi Trump.

DeSantis vildi vera við, at Trump var “missing in action”, og at hann skyldaði veljaraskaranum at standa til svars fyri teimum avgerðum, sum hann hevur tikið.

Somuleiðis vildi Chris Christie, fyrrverandi guvernørur í New Jersey, vera við, at Donald Trump ræddist at skula svara fyri tí, sum hann hevur gjørt.

Hetta er onnur kjaksendingin á rað, sum Donald Trump ikki er møttur upp til, og hesaferð valdi hann ístaðin at halda valfund í Michigan.

Sambært The Guardian ætlar Trump sær heldur ikki at luttaka í kjaksending næsta mánaða.

Men hóast tað heglar við atfinningum yvir Trump frá mótstøðufólkum hansara til republikanska undanvalið, so er ikki líkt til, at hetta hevur stóra ávirkan á undirtøkuna hjá honum.

Sambært veljarakanning hjá NBC, hevur Donald Trump stuðul frá 59 prosentum av teimum, ið sannlíkt atkvøða til republikanska undanvalið – eisini hóast Trump er ákærdur fyri 91 lógarbrot í fýra ymiskum revsirættarligum málum.