Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað finst eitt hierarki millum tey heimleysu

Í nátt vóru tvey harðskapsmál í samband við, at tað, sambært løgregluni, er eitt hierarki millum tey heimleysu, har ikki øll sleppa inn í ein tóman bygning í miðbýnum í Havn, sum heimleys hústøkufólk brúka, tí tey ongastaðni hava at vera um náttina

Mangan hoyra vit úr útlondum, at hústøkufólk taka seg inn í tómar bygningar, tí antin hava tey ikki nakað stað at vera í ella verður hetta tikna húsið brúkt sum eitt tilhaldsstað fyri fólk, sum kanska fella uttan fyri normin har um leiðir.

Seinastu tíðina hava fólk – heimleys hústøkufólk – í Føroyum eisini tikið seg inn í ein tóman bygning í miðbýnum í Havn, sum er gamli bakaríbygningurin hjá Frants Restorff.

Vit hava hoyrt, eitt nú í Frihedsbrevet, at handverkarar hava fingið sum uppgávu at bolta fyri hurðar og vindeygu, so heimleys ikki sleppa inn. Hetta eru heimleys, sum liggja nátt í tóma og óbrúkta bygninginum, men vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur frá í morgun, at tey heimleysu bróta seg inn í bygningin kortini.

Hetta hendi millum annað í gjárkvøldið, tá heimleys tóku seg inn í bygningin, tí tey ongastaðni hava at vera um náttina.

– Tað hava verið millum seks og 20 heimleys fólk inni í bygninginum, men í nátt kom tað til ilnar millum nøkur heimleys fólk, tí illstøða tók seg upp, hvør sum skuldi sleppa inn í bygningin, og hvør ikki skuldi sleppa inn. Tað finst eitt hierarki millum tey heimleysu. Í nátt komu tvær fráboðanir um harðskap frá staðnum, sum vit nú fara at kanna nærri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Vaktleiðarin sigur eisini, at politiið hevur verið í sambandi við felagið, ið eigur tóma bygningin, tí talan er um ein trygdarspurning.

Stígur kom í stóru íbúðarætlanina
Eigararnir av Frants Restorff-fyritøkuni høvdu ætlanir at gera eina heildarætlan fyri gomlu bygningarnar hjá Frants Restorff, har millum annað 38 íbúðir skuldu byggjast. –

Les eisini...  Rupert Murdoch leggur frá sær

– Málið er at gera eina heildarverkætlan, har vit byggja 38 íbúðir, hava handilshøli í kjallaranum og eina parkeringshædd oman á handilshølunum. Á tann hátt leggja vit ikki meira trýst á parkeringina í miðbýnum og tað halda vit vera skilagott, tí har er longu ríkiligt trýst á, segði Heini Restorff, stjóri í pf. Frants Restorff, í samrøðu við Dimmalætting í mars í fjør.

Men ein mánað seinni høvdu eigararnir av gomlu bygningunum selt fyritøkuna til byggifyritøkuna HVT.

Í januar í ár frættist, at stígur var komin í stóru íbúðarætlanina, sum nú skuldi vera ein bygningur við 35 íbúðum og parkeringskjallara.

– Íleggjararnir hava trekt seg eitt sindur, segði Regin Petersen, stjóri í HVT við Frihedsbrevet. Hann váttaði fyri Frihedsbrevet í januar, at fortreytirnar fyri verkætlanini vóru broyttar munandi.

– Tað skal gerast øðrvísi nú, enn vit planløgdu fyri einum hálvum ári síðani, segði hann tá.

Stjórin í Lív, Jan Jakobsen segði tá við Frihedsbrevet, at broytta støðan á fíggjarmarknaðinum var orsøkin til broyttu støðu.

Síðan tá hevur verið lítið at frætt um hesa verkætlanina við stóru íbúðarætlanini mitt í Havnini.