Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kemilux verður stórstuðul hjá Hondbóltssambandinum

Hondbóltssambandið og Kemilux hava skrivað undir stórstuðulsavtalu

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir avtalu, ið hevur við sær, at komandi tvey árini verður Kemilux ein av stórstuðlunum hjá Hondbóltssambandinum.

Hetta sigur Hondbóltssambandið í dag.

Stuðulsavtalan inniber millum annað, at búmerkið hjá Kemilux verður at síggja á landsliðsklæðunum, og tað vóru Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, og Debes Petersen, stjóri í Kemilux, sum í dag skrivaðu undir avtaluna.

-Vit hjá Kemilux eru sera errin av føroyska landsliðnum, og sum føroysk fyritøka vilja vit fegin stuðla og samstarva, soleiðis at tað gagnar føroyska samfelagnum. Hondbólturin hevur verið eyðsýndur seinastu árini, og stoltleikin røkkur út til allar Føroyar og varpar ljós á føroyska landsliðið utttanlands. Saman standa vit sterk, og við at stuðla HSF eru vit við til at tryggja gróðrarlíkindi hjá hondbóltinum bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Debes Petersen við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.

Sáttmálin er galdandi fyri árini 2024 og 2025.