Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politikarar umrøða trygdarpolitikk á tiltaki í Smæruni

Ráðstevnan “Nýggi veruleikin – hvussu verja vit okkum” verður klokkan 19 í Smæruni í Havn í kvøld

Trygdarpolitiska støðan í nærumumhvørvinum er broytt, síðan kríggið í Ukraina byrjaði. Fjarskotnir vandar tykjast alsamt tættari og hetta krevur bæði stutt- og langsiktaðar ætlanir frá politiska myndugleikanum.

Spyr man leiðarar úr politisku flokkunum í Føroyum, so eru tey flestu samd um, at hetta eisini skal vera støða Føroya – men hvussu koma vit hartil?

Limir í uttanlandsnevndini, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, og fólkatingslimirnir fara at umrøða, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til handilsavtalur? Hvussu taka vit trygdarpolitiskar avgerðir? Hvat er kritiskur infrastrukturur og skal nakað hernaðarligt virksemi vera í ella kring Føroyar?

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.