Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føðingardagsveitslan á Tjóðpallinum

Á Tjóðpallinum er næstan klárt at taka ímóti gestunum leygardagin og tey lova, at tað verður ørt, óunniligt, stuttligt, svart og púrasta Harold Pinterskt! Føðingardagsveitslan, ið er ein av best umtóku leikum hjá Harold Pinter, verður frumsýndur leygardagin

Føðingardagsveitslan er ein sonevnd ”Comedy of Menace” – ein vandaskemtileikur – ið gongur fyri seg á lítla, forfalna gistingarhúsinum, sum Meg og Petey reka. Einasti gesturin er Stanley, sum kanska hevur føðingardag. Kortini verður veitsla, tá ið teir báðir fremmandu og gátuføru Goldberg og Maccann koma á gátt og sum frá líður gerst føðingardagurin ikki sørt marrukendur.

Leikurin tekur tøk við stór evni sum valdsnýtslu og ideologiska forfylging av einstaklinginum. Eisini fylla tættir sum persónlig fortíð og samleiki nógv í leikinum.

Við sínum sniðfundigu dialogum megnar Pinter at skapa spenning, hóast leikgongdin er einføld, og hóast tað er heldur ógreitt, hvat persónarnir í roynd og veru vilja, og hvønn veg alt ber.

LEIKARAR: Hjálmar Dam, Hans Torgarð, Kristina Sundar Hansen, Esther á Fjallinum, Páll Danielsen og Erling Eysturoy

LEIKSTJÓRN: Guðjón Pedersen

PALLMYND: Barbara Hilduberg

LJÓSSNIÐGEVING: Ólafur Ágúst Stefánsson

BÚNAR: Katrin Bonde

TÝÐING: Hans Tórgarð