Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

64 milliónir í halli

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði í morgun fram uppskot til fíggjarlóg fyri 2024. – Hóast búskapurin er væl fyri, so eru átøk neyðug fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum, og so skulu inntøkurnar økjast, sigur landsstýriskvinnan

Í vár varð mett, at við verandi játtanarkørmum, so fór avlopið at vera 60 milliónir krónur í avlopi, men tá uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár varð løgd fram í morgun, so kann roknast við einum halli upp á 64 milliónum krónum.

Størstu orsakirnar til hallið eru, sambært landsstýrinum, lægri inntøkur frá tøkugjaldi enn mett, og at nógvar løguverkætlanir eru í gongd.

Samlaðu inntøkurnar frá skatti og avgjøldum næsta ár eru mettar til 7.221 milliónir krónur, og útreiðslumetingin er 7.285 milliónir krónur. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar 6.553 milliónir krónur, sum er ein rakstrarvøkstur upp á 4,5 prosent, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 732 milliónir krónur.

Búskapurin er væl fyri
Búskaparvøksturin, sum seinastu árini hevur verið óvanliga høgur, væntast at hæsa av næstu eitt-tvey árini. Hetta er orsakað av teimum rembingum, sum hava verið av russisku innrásini í Ukraina, og sum hava havt við sær prísvøkstur og rentuhækkingar.

Fíggjarmálaráðið metir tó, at føroyski búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri og møguligum halli. Arbeiðsloysið er lágt, arbeiðsmarknaðurin er væl fyri, og væntandi hækkar BTÚ fýra-fimm prosent í 2023 og 2024. Harafturat eru almenni og privati geirin ikki skuldarbundnir. 

Størsta avbjóðingin í almenna búskapinum er vantandi haldførið, sum millum annað kemur av, at lutfallið millum arbeiðsstyrki og tal av eldri minkar. Skal tað almenna hava sama tænastustig frameftir, eru átøk bráðneyðug, sum kunnu betra javnvágina millum almennar inntøkur og útreiðslur.

Átøk
Landsstýrið setir tí fleiri átøk í verk. Eitt nú verður raksturin tillagaður við 30 milliónir krónur, sum svarar til eitt prosent av lønarútreiðslunum.

Les eisini...  Karmarnir fyri gransking styrktir

Egingjaldið fyri heilivág hækkar – 100 krónur fyri borgara og 66 krónur fyri pensjónistar – og arbeiðsgevarar skulu nú rinda ein størri part av sjúkradøgunum hjá starvsfólkunum. Eftir ætlan skal arbeiðsgevarin rinda fyri sjey arbeiðsdagar, og ikki fyri tveir dagar, sum tað er nú.

Tilsamans verða átøk framd fyri umleið 70 milliónir krónur. Aftrat hesum arbeiðir landsstýrið víðari við ætlanini at hækka pensjónsaldurin og fer eisini at hyggja nærri at skipanini við rentustuðli.

Av raðfestingum fyri 2024 kunnu nevnast, at KT-skipanir í sambandi við føroysku skattaskipanina skulu nútíðargerast, Kalsoyarferja verður fyrireikað, lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum, størri játtan til fólkaskúla og heilsuverk, ríkisveitingin lækkar, og ein føroysk náttúrufyrisiting verður stovnað.

Hoyr samrøðu við Ruth Vang her:

(Tit fáa líka veðurvánirnar við eisini í ljóðbrotinum sum eitt bonus)