Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Erling Haaland og Kylian Mbappe eru ikki við!

Verða miðvallarir virðismettir hægri enn áloyparir í dag, ella er tað vorðið verri, at virðismeta áloyparar?

Gerandisliga, eru tað áloyparar og málskorarar, ið verða seldir fyri óhugsandi upphæddir. Í summar, vórðu tær stórstu upphæddirnar nýttar uppá tríggjar miðvallarar, Moises Caicedo, Declan Rice og Jude Bellingham.

Poddvarpssendingin, Football Daily, prátar í hesum innslagnum, um teir bestu áloyparanir í Evropa og geva teimum ein karakter frá A-E, har karakterurin A, verður sæð sum heimsklassi.

Í prátinum hjá Football Daily, verða Erling Haaling og Kylian Mbappe ikki nevndir. Hetta er møguliga grundað á, at hesir báðir eru so viðurkendir og sjálvskrivaðir í altjóða fótbóltsheiminum.

Í endanum av poddvarpinum, kemur Football Daily við sínum forsagnum, viðvíkjandi komandi toppuppgerðum í Evropa.

Til ber, at síggja video, har prátað verður um áloyparar í Evropa, á YouTube leinkjuni niðanfyri.