Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 leygardagin: 07-Vestur-AB klokkan 17 og HB-B68 klokkan 18

Leygardagin sigur FM1 frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum. Klokkan 17 sigur Trygvi Absalonsen frá dystinum í Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og AB. Jóhan á Mýruni verður viðmerkjari. Klokkan 18 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn millum HB og B68. Millum klokkan 16 og 17 verður sendingin “Fótbóltsskýlið” endursend, sum upphiting til beinleiðis frásagnirnar.