Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Morten: So leingi møguleikin er har fara vit eftir honum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum 07 Vestur-AB 2-1 (2-0). Hoyr Jóhan taka samanum dystin, har 07 Vestur var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan AB var betra liðið í seinna hálvleiki. Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær sum fegnast um ein sigur undan týdningarmesta dystinum nakrantíð, seinnu hálvfinaluni móti HB í kappingini um løgmanssteypið komandi mikukvøld klokkan 18. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við Ása Dam, ið ikki fær spælt við 07 Vestur komandi mikukvøld, tí hann er útleigaður frá HB. Trygvi prátaði eisini við hjálparvenjaran hjá AB, Morten B. Overgaard, ið viðgongur, at nú sær tað torført út, men Morten slær fast, at so leingi møguleikin er har fara teir í AB eftir honum.

Myndir: Trygvi Absalonsen