Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú skal asfalterast

Í ár verða landsvegirnir til Fuglafjarðar, í Gøtu og í Kollafirði asfalteraðir. Játtanin til asfaltering verður økt við tveimum milliónum krónum næsta ár

Í ár er asfaltering av vegunum uppraðfest við nýggjari játtan, sum er tíggju milliónir krónur. Henda játtanin verður í 2024 økt til 12 milliónir krónur.

Samstundis er játtanin til viðlíkahald av tunlum og brúm økt úr fimm milliónum krónum í 2023 til sjey milliónir krónur í 2024.

– Verður hugsað um eftirsleipið av viðlíkahaldi av vegum, tunlum og brúm, so kundi játtanin verið hægri, men allir batar bøta og nú er gongd komið á at uppraðfesta hetta økið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í tíðindaskrivi.

Í ár verða landsvegirnir til Fuglafjarðar, í Gøtu og í Kollafirði asfalteraðir. Væntandi verða hesi arbeiði liðug í oktober. Eisini verður asfaltsbøting raðfest, og eru millum annað Gásadalsvegurin, vegurin á Giljanesi, Gomlurætt, inni á Sundi og Gjáarvegurin á skránni.

Landsvegirnir eru 477 kilometrar samanlagt, av hesum eru 32 kilometrar tunlar. Harumframt eru Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eystur- og Sandoyartunlar, sum samanlagt eru 33 kilometrar, upplýsir heimasíðan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.