Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsliðsvirksemið og 25. umfar í Betrideildini í “Fótbóltsskýlinum” á FM1 fríggjadagin klokkan 16.05

Klokkan 16.05 fríggjadagin skipar Petur Asbjørn Lervig fyri sendingini Fótbóltsskýlið á FM1. Gestur verður Øssur Hansen. Til viðgerðar vera landsliðsvirksemið og 25. umfar í Betrideildini hjá monnum komandi vikuskiftið. Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar inn á nummar 559999.