Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Jákup B, Árna, Páll, Magna Hoseth og formannin seta orð á fantastiska javnleikin móti Lille

Hoyr frásøgumannin Trygva Absalonsen siga frá dystarendanum av tí søguliga dystinum KÍ-Lille 0-0. Hoyr viðmerkjaran, Eli Simonsen taka samanum eitt flott KÍ-avrik, ið gevur vónir um, at KÍ fer at vinna fleiri stig. Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen, Árna Fredriksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Magna Hoseth, venjara og Tummas Lervig, formann. Allir fegnast um javnleikin og hava trúnna upp á fleiri stig í bólkinum. Tó eru teir sjálvatfinningarsamir um álopspartin í dystinum í kvøld, ið serliga Magne og Árni peika á nakað, ið KÍ má bøta um til komandi dystirnar.

Myndir: Trygvi Absalonsen og Óli G. Samuelsen