Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samgonguleiðararnir á kreppufundi

Samgongulimur ætlar at leggja uppskot fram um misálit á Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum

(Dagført klokkan 17:48)

– Meira fyri minni, segði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, tá hann legði fram ætlanirnar um nýggju prísskipanina hjá Strandferðsluni, sum eftir ætlan skal koma í gildi eftir ársskiftið.

Hetta uppskotið møtir nú so stóra mótstøðu, at tað nú er ein ítøkilig ætlan, sum FM1 skilir á lagnum, frá Karlot Hergeirsson úr Framsókn, at leggja eitt uppskot fram um misálit á Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum.

Karlot Hergeirsson er sera misnøgdur um, at hendan ætlanin verður sett í verk, uttan at hetta hevur verið viðgjørt í samgonguni.

FM1 skilir á lagnum, at formenninir og forkvinnan í samgonguflokkunum nú er samlað til ein kreppufund júst í hesi løtu.

Tingfundurin er nú liðugur, men har varð einki misálit lagt fram í dag.

Næsti tingfundur er ikki á skránni fyrr enn týsdagin 17. oktober, so tað kann nógv henda inntil tá.