Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ÍF-EB/Streymur og AB-KÍ beinleiðis á FM1 sunnudagin

Frásøgumennirnir hjá FM1, Rúni á Reynatrøð og Trygvi Absalonsen siga beinleiðis frá tveimum dystum í morgin, ið hava stóran týdning í niðurflytingarstríðnum. Sagt verður frá dystinum í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og EB/Streym, og dystinum inni í Vika á Argjum millum AB og KÍ. Í báðum førunum hevur heimaliðið hart brúk fyri at vinna dystin. Í sendingini “Triðja Hálvleiki” aftaná klokkan 17 verður prátað við umboð fyri hini seks liðini, ið eru í leiki í morgin: TB-HB, B36-07 Vestur og B68-Víkingur. Undir frásøgnini verður kunnað um gongdina í hesum trimum dystunum.