Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Atli: Flott við 11 sigrum á rað – Arbeiðið er tó ikki liðugt enn

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg og við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen um dystin B68-Víkingur 0-3 (0-1). Jákup heldur, at B68 avrikaði framúr væl í fyrra hálvleiki, meðan Víkingur var greitt omaná í seinna hálvleiki. Nú fara hann og leikararnir í holt við at fyrireika seg til ársins dyst hjá toftafólki, seinnu hálvfinaluna móti EB/Streymi, har B68 er á odda 3-0 frá fyrru hálvfinaluni. Jákup fegnast eisini um, at B68 hevur matematiskt tryggjað sær plássið í Betrideildini til komandi ár. B68 er tryggjað tí ÍF og TB møtast næstu ferð. B68 hevur 21 stig. Bara annar av ÍF ella TB kann koma upp á 22 stig, og AB kann koma upp á mesta lagi 20 stig. Tí endar B68 í ringasta føri á einum áttanda plássi. Atli fegnast um ellinta sigurin á rað, men hann slær fast, at arbeiðið hjá Víkingi er ikki liðugt enn, har heiðursmerkið má tryggjast í kapprenningini við B36 og HB.