Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

TB spardi leikbannshóttar leikarar móti HB

Heri Simonsen gjørdi tvær stuttar samrøður við høvuðsvenjararnar hjá TB og HB, Tummas Erling Djurhuus og Jákup Martin Joensen, ið vóru staddir á Drelnesi. Jákup Martin kann fegnast um ein 4-1 sigur og trý stig. Tummas Erling kann fegnast um eitt gott avrik hjá einum skerdum liði, har hann hevði valt at spara leikbannshóttar leikarar til alt avgerandi dystin móti ÍF í Fuglafirði 22. oktober.

Myndir: Rúni á Reynatrøð og Trygvi Absalonsen