Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjartalíð um uppflytingina: Hetta er óbeskriviligt

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við Jóannes Bjartalíð um staðfestu uppflytingina hjá Fredrikstad upp í bestu norsku fótbóltsdeildina, ið gjørdist veruleiki í dag, tá Fredrikstad vann 4-0 (2-0) á Åsane á útivølli, har Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen skutu hvør sítt mál fyri liðið, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara: – Hetta er óbeskriviligt, sigur Bjartalíð sum heldur, at Fredrikstad spældi ein lýtaleysan dyst í dag. Fredrikstad er við 57 stigum heili 14 stig frammanfyri nummar trý, Kongsvinger sum hevur 43 stig. Bert 12 stig eru eftir at spæla um. Tí kann Kongsvinger í besta føri fáa 55 stig. Í morgin flúgva Brandur og Bjartalíð til Føroya fyri at fyrireika seg við landsliðsliðfeløgunum til EM-undankappingardystin móti Pólandi á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19.45.

Mynd: Rúni á Reynatrøð