Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Mikkjal K. Thomassen í samrøðu við Fredrikstad Blad seta orð á 4-1 sigur hjá Fredrikstad

Tað er langt síðani, at vit í Føroyum hava hoyrt málið í Mikkjali K. Thomassen, ið ger tað framúr sum høvuðsvenjari hjá Fredrikstad FK, ið er triðfremst í bestu norsku deildini aftaná sjey teir fyrstu dystirnar. Harumframt hevur liðið vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í steypakappingini. Á ljóðfíluni her ber til at hoyra samrøðuna Fredrikstad Blad gjørdi við Mikkjal um 4-1 (4-0) sigurin hjá Fredrikstad á KFUM Oslo á útivølli ígjár. Staðfestast má, at Mikkjal tosar ræðið norskt:

Mynd: Fredrikstad Blad